
ráðgeving innan poddvarp
At seta eitt poddvarp saman tekur tíð, men vit kunnu hjálpa tær. Bæði tá tað kemur til upptøkur, útgerð (tú kanst leiga útgerð frá okkum ella vit ráðgeva til keyp av egnari útgerð) redigering, samansetan av poddvarpi og alt hitt har ímillum.
Vit snikka tænastuna serliga til tín tørv, annaðhvørt tað er at redigera fílin ella seta alt saman fyri teg – tað einasta tú tá skalt gera, er at hava evni og gestin 🙂

Redigering
Tú sendur okkum fílin, og tá vit eru liðug, senda vit fílin aftur til tín, kláran at brúka til títt poddvarp.
Fullkomin javnvág ímillum vertin og gestin, jinglur og møguligan tónleik.
Reinsa fyri óljóð, feilir o.a. (tá hettar er gjørligt)

Sjóseting av poddvarpi (kemur í 2025)
Ikki heilt klárt enn.
Vilja tú hoyra meira um hettar?
Send okkum ein fyrispurning 🙂
Fleiri tænastur á veg í 2025
Brúk fyri hjálp til títt podvarp?
Vilt tú byrja títt egna poddvarp men ert í iva um, hvar tú skalt byrja?
Vit hava meira enn 20 ára royndir við útvarpsarbeiði og miðlum – Tí kanst tú taka tað púra róligt… Vit eru her fyri at hjálpa tær.
Kom til eitt kaffiprát, so práta vit um, hvussu tú kanst byrja títt egna poddvarp.
Tú kanst fáa samband við okkum umvegis frymilin vinstrumegin.
Tað ber eisini til at senda okkum ein teldupost á info@poddvarp.fo
Seinni koma bæði Facebook síða og Youtube síða